Viðtøkur fyri Framsøkin Ung

§1 Navn og heimstaður

I. Navn felagsins er Framsøkin Ung, stytt FU.

II. Heimstaður tess er Tórshavn.

§2 Endamál

I. Endamál felagsins er at savna ungdóm undir 30 ár í felagsskap, sum virkar útfrá virðisgrundarlagið felagsins.

§3 Virðisgrundarlag

I. Arbeiði felagsins eigur altíð at hava støði í virðisgrundarlagnum hjá felagnum. Virðisgrundarlagið eigur at vera viðheft viðtøkunum sum fylgiskjal, og skiljast sum ein partur av teimum til eina og hvørja tíð. Møguligar broytingar skulu fara fram sambært reglum um broyting av viðtøkum felagsins.

§4 Limir

I. Limur kann ein og hvør gerast, sum tekur undir við virðunum og politikkinum hjá felagnum, og sum tekur undir við endamáli felagsins í §2.

II. Ein kann tekna seg við at útfylla oyðublað útflýggjað av nevnd felagsins. Hetta veri seg í pappírsformi ella á heimasíðu felagsins.

III. Fyri at hava limaskap, skal limagjaldið vera goldið rættstundis – seinast í novembur mánaði.

IV. Hevur limur ikki goldið limagjald áðrenn ársaðalfundin árið eftir, verður hann strikaður í limaskrá felagsins.

V. Nevndin førir yvirlit yvir allar limir og savnar inn viðkomandi upplýsingar.

VI. Limur, hvørs hugburður stríðir beinleiðis ímóti hesum reglum,. og hvørs politiska arbeiði stríðir beinleiðis ímóti endamáli, virðisgrundarlagi og politikki felagsins, kann blíva útihýstur. Nevndin ella í minsta lagið seks limir kunnu seta fram krav um at útihýsa lim, sum lýkur útihýsingartreytunum. Ein tílík útihýsing skal fara framn á útihýsingarfundi innkallaður av nevndini í seinasta lagið eina viku eftir, at krav er sett fram um hetta. Fyri at útihýsa limi skulu í minsta lagi 3/4 av uppmøttu limum taka undir við útihýsingini. Viðkomandi limur skal hava møguleika at verja seg móti grundgevingini fyri eini útihýsing.

§5 Aðalfundur

I. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.

II. Ársaðalfundur skal vera í august ella september mánaða á hvørjum árið.

III. Skráin er hendan:
1) Formaðurin setur fundin._
2) Aðalfundurin velur aðalfundarskrivara at føra fundarbók fyri fundin.
3) Framløga av virksemi felagsins í farna ári.
4) Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri undanfarna kalendaraár til góðkenningar
5) Virkisætlan til kunning verður løgd fram fyri komandi ár.
6) Fíggjarætlanv verður framløgd til kunning
7) Innkomin mál, herundir viðtøkubroytingar
8) Áseting av stødd á nevnd. Nevndin kann standast millum tríggjar og fimm limir umframt tveir eykalimir.
9) Val av formanni og møguligum næstformanni gjøgnum beinleiðis val.
10) Val av seinastu nevndarlimunum og møguligum eykalimum. Aðalfundurin kann, um vanligur meiriluti er fyri tí, eisini velja restina av nevndini við beinleiðis val. Sum minsta krav skulu veljast kassameistari og skrivari.
11) Val av grannskoðara.
12) Ymiskt.

IV. Eykaaðalfundur kann vera hildin um nevndin metir, at tørvur er til tess, ella um 10 limir seta fram skrivligt krav um hetta.

V. Aðalfundurin skal verða lýstur í miðlunum ella beinleiðis til limirnar 3 vikur frammanundan fundinum. Seinni áminning kann verða send.

VI. Eykaaðalfundur skal innkallast seinast eina viku eftir at kravið er framsett, og skal vera hildin seinast 6 vikur eftir at kravið er framsett, við tí skrá, sum er neyðug, og sum kravið inniheldur.

§6 Nevndin

I. Nevndin skipar fyri øllum arbeiði millum aðalfundirnar.

II. Eru fleiri enn tríggir nevndarlimir skal næstformaður veljast.

III. Nevndin førir fundarbók fyri hildnar nevndarfundir og skipar fyri, at rokniskapur verður førdur yvir fíggjarviðurskifti felagsins.

IV. Nevndin kann upptaka samstarv og samband við aðrar felagsskapir, heima og uttanlanda, um tað er til gagns fyri felagið.

V. Nevndin setur arbeiðsbólkar at arbeiða við ávísum arbeiði eftir tørvi.

VI. Nevndin ávísir limir til álitissessir, og nevndarsessir sum hava áhuga fyri felagið.

§7 Fíggjarviðurskiftir

I. Felagið er áhugafelag, og er ikki undir skattaskyldu.

II. Nevndin er einasti myndugleiki felagsins, ið kann binda felagið fíggjarliga. Hetta einans um hon er einmælt samd um hetta.

III. Eingin limur ella nevndarlimur kann hefta fíggjarliga fyri skyldum felagsins.

§8 Viðtøkubroytingar og avtøka

I. Hesar viðtøkur kunnu broytast eftir uppskotið sum verður lagt fyri aðalfundin.

II. Uppskot um viðtøkubroytingar, skulu samtykkjast við í minsta lagið 3/4 av atkvøðunum.

III. Broytingar koma í gildi so skjótt sum fundurin er niðurlagdur.

IV. Felagið kann verða avtikið av uppskoti um avtøku lagt fyri ein aðalfund.

V. Verður felagið avtikið, verða allar ognir og limaskapurin latin Framsókn til varðveislu, við umbøn um at Framsókn sum skjótast tekur stig til at stovna ungdómsarbeiði aftur.

§9 Gildiskoma

I. Hesar viðtøkur eru samtyktar, soleiðis sum tær standa, á stovnandi aðalfundi í Tórshavn tann 12. august 2011 og broyttar við aðalfund tann 12. desember 2024

Gerst Limur

Limaskapur kostar einans 100,- um árið