Leygardagin 28/09 var árligi aðalfundurin hjá Framsøkin Ung, har nýggj nevnd varð vald.
Á fyrsta nevndarfundi hevur nevndin skipað seg, og sær hon soleiðis út:
Teitur Vestergaard Jakobsen, formaður
William Bærentsen, næstformaður
Jógvan Fríði Tróndarson, kassameistari
Rúna Kass Joensen, skrivari
Kristian Clementsen, nevndarlimur
Tiltakslimir eru:
Aleksandur L. Olsen
Kristianna Tórheðinsdóttir
Nýggja nevndin vil fegin takka fyri sýnda álit, og fer beint til verka.
Komandi tíðin er alt avgerandi fyri Føroya framtíð og ikki minst fyri ungdómin í Føroyum.
Vit eru við eitt vegamót, har konservativu kreftirnar vilja gera Føroyar til eitt afturlatið og snævurskygd samfelag.
Vit í Framsøkin Ung vilja, at tú skalt kunna liva títt lív eftir tínum egnum hugsjónum, har øll hava somu atgongd til tilfeingi at troyta.
Í Framsøkin Ung vilja vit gera alt, fyri at varðveita eitt rúmligt samfelag.
Við frælsis kvøðu
Framsøkin Ung